Frágreiðing: Vit eru byrja at leggja allar sendingar í okkara ftp arkiv. Til ber at heinta sendingar niður á telduna í .mp3 format. Enn er hettar á byrjunarstøði, men verður útbygt leypandi. Nakrar sendingar sum liggja í arkivinum eru: Á bylgjulongd - Vertrar: Tór Arni Samuelsen, Dánial á Dul Jacobsen, Maiken Háberg Hansen, Linda Petersen og Hjørdis Háberg Petersen Bønarlinjan - Vertrar: Jenis av Rana, Anfinn Jacobsen og Atli Lómstein Leygarkvøld í Lindini - Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Mangt og hvat - Vertur: Preben Hansen Á ferð í Grønlandi - Vertur: M.C. Restorff Jóla- og nýggjárskrás 2006 - Vertur: M.C. Restorff Í Dýpdina - Vertur: Preben Hansen Duettin - Vertur: M.C. Restorff Eitt lívstekin - Vertur: M.C. Restorff Stuðulsending 10. feb. 2007 fyri barnatrúboðanararbeiði í Kenya, Ukraine og Rumenia Alpha & Omega - Vertrar: Marita & Egin Henriksen Vegleiðing at taka mp3 fílir niður: Tað er eitt sindur ymiskt hvørja stýriskipan teldan hevur og hvørji forrit eru installeraðið. Um tú vinstraklikkjur á ”sendingina”, so er tað eitt sindur ymiskt hvat teldan gerð, tað kann vera at hon spyr hvar hon skal goyma ljóð fílin. Tað kann eisini vera at teldan byrjar at spæla ljóð fílin "on-line". Um tú ynskir at taka ljóð fílin niður, men teldan byrjar at spæla fílin "on-line", so kanst tú í staðin høgraklikkja á "sendingina" og velja "gem destination som" og so goyma ljóð fílin á tann hátt. Um teldan hevur enska stýriskipan velur tú "save destination as" ella "Save link as"